Mentan

Jólatræið í Vági tendrað 27. november

Hetta eru fyrstu jólini, har nýliga gróðursetta granntræið, sum Vágs kommuna hevur keypt til jólatræ, verður tendrað

(Savnsmynd: Vágs kommuna)

(Savnsmynd: Vágs kommuna)

2022-11-18 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár verður jólatræið í Vági tendrað sunnudagin 27. november klokkan 18.

Í hesum sambandi fer hornorkestrið á Tvøroyri at spæla, og Finn Johannessen fer at lesa eina jólasøgu. Frelsunarherurin luttekur eisini við sangi, og Sámal Midjord, korpsleiðari, lesur jólaevangeliið.

Aftur í ár vitja jólamenninir eisini og hava pakkar við til børnini, og skótarnir bjóða kaffi og okkurt afturvið á minnisvarðaøkinum, skrivar Vágs kommuna.

Hetta er samstundis fyrstu jólini, har nýliga gróðursetta granntræið, sum Vágs kommuna hevur keypt til jólatræ, verður tendrað.

Jólatræið er ein partur av verkætlanini ”Burðardygg býarfríðkan”. Ynski við verkætlanini er, at kommunan í framtíðini sleppur undan at keypa granntrø, sum eru feld.

Les eisini: Stórt granntræ gróðursett í Vági

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder