Mentan

Jólatræið í Porkeri tendrað týsdagin

1. desember klokkan 18 verður jólatræið tendrað – Á skránni er røða og tónleikur

Mynd: Porkeris kommuna

Mynd: Porkeris kommuna

2020-11-30 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin 1. desember, verður jólatræið í Porkeri tendrað.

Beinta G. Jacobsen heldur røðu, og kórið í skúlanum syngur, undir leiðslu av Guðrun Sólju Jacobsen. Eisini luttekur Tvøroyrar Hornorkestur.

Aftaná verður kakao og bollar at fáa, og eisini koma jólamenn at vitja.

Tiltakið byrjar klokkan 18, og atlit verður tikið til koronatilmælini, skrivar Porkeris kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder