Mentan

Johnny Logan: Eg gloymi aldrin konsertirnar í Føroyum!

Trífaldi írski Eurovision-vinnarin í toppformi í Ísrael

2023-04-05 21:14 Author image
Orð & myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

(Tel Aviv) Johnny Logan stjól sannførandi hjørtuni hjá teimum umleið 2.000 áhoyraranum á Israel Calling 2023.

Hæddarpunktið var, tá ið hann, saman við øllum áhoyraranum, sang “Hold me now”, sama sang sum hann í 1987 vann Eurovision Song Contest við.

Johnny minnist konsertirnar í Føroyum:

- Fyrstu ferð, eg var í Føroyum, var í 1988. Tað var ein fullsett ítróttarhøll og eitt sera gott upplivilsi, sigur Johnny Logan um konsertina hann hevði í Føroyum.

Plúmm vóru eisini á pallinum hetta kvøldið.

- Eg minnist eisini flogferðina til Føroya, sum var heldur buldraslig, sigur Johnny við einum smíli.

Johnny Logan er ein tann navnframasti innan Eurovision, tí hesa kapping hevur hann vunnið ikki minni enn tríggjar ferðir, tvær ferðir sum sangari og eina ferð sum sangskrivari.

Tað var í 1997, tá ið Linda Martin umboðandi Írland sang sangin “Why Me”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder