Innanlands

John Paul de Joria: Skiparin fær 157.000 krónur í sekt

Dómur varð sagdur fyri løtu síðani

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-07-20 16:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dómur fall fyri løtu síðani í málinum móti skiparanum á John Paul de Joria, Daniel Binyon, sum varð ákærdur fyri millum annað at sigla inn um 12 fjórðingamarkið.

Daniel Binyon er funnin sekur, og er dømdur at rinda 157.000 krónur í sekt, og hann skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Dómarin staðfesti at tað var skiparin, sum hevði ábyrgdina, tá skipið ella før sum hoyrdu til skipið í tveimum førum fóru inn um 12 fjórðingar.

Ákæruvaldið skjeyt upp at geva 100.000 krónur í bót fyri hvørja ferð skipið sigldi inn um 12 fjórðingar, men dómarin metti ikki at sektin skuldi setast so høgt. Kortini bleiv tað til 75.000 krónur.

Umframt hetta, staðfesti dómarin at skiparin ikki hevði boðað myndugleikunum frá í sambandi við at skipið kom í føroyskt øki. Harvið hevur hann ferðast uttan pass og innferðareftirlit og hevði heldurikki sent neyðugu skjølini til Taks. Hetta gevur samanlagt eina bót uppá 7000 krónur.

John Paul de Joria var eisini innan fyri markið í gjár í sambandi við grind í Sandavági, og kann tí rokna við at fáa eina bót afturat uppá 75.000 krónurnar umframt 157.000 fyri undanfarnu lógarbrotini.

Les eisini: Paul Watson er á manningarlistanum - sum fjølmiðlafólk

Les eisini: Ákærin mælir til 200.000 krónur í sekt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder