Uttanlands

John McCain liggur til tað síðsta

Kendi amerikanski sentorurin hevur valt at steðga viðgerðini fyri krabbamein

John McCain (Mynd: EPA)

John McCain (Mynd: EPA)

2018-08-24 18:20 Author image
Oda Strøm
placeholder

Amerikanski senatorurin John McCain, sum í meir enn eitt ár hevur verið í viðgerð fyri krabbamein í heilanum, hevur avgjørt at steðga viðgerðini. Tað upplýsir familja hansara sambært Reuters. 

Familjan er savnað í heimstatinum Arizona, og persónar tætt uppá fyrrverandi republikanska forsetavalevnið siga við blaðið The New York Times, at senatorurin liggur nú til tað síðsta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder