2026-06-10 16:54
Í hesum døgum er sluppin Johanna TG326 úr Vági á forkunnugari ferð, sum byrjaði mánadagin, tá Johanna í góðveðrinum fór av Vági. Ferðin gekk til Inverness á eystursíðuni í Skotlandi, har siglt í morgin varð inn í Kaledonsku kanalina, sum gongur tvørtur gjøgnum Skotland.
Johanna hevur gjørt fleiri túrar gjøgnum Kaledonsku kanalina. Seinast varð farið gjøgnum kanalina vestanífrá. Hesaferð gongur leiðin eystanífrá vestur gjøgnum kanalina.
Við á ferðini eru 17 mans.
Í góðveðrinum í morgun fór Johanna inn í fyrstu slúsuna við Inverness. Víðagitna Loch Ness er partur av hesi siglingarleiðini. Kaledonska kanalin hevur tilsamans 29 slúsur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald