Innanlands

Johanna Cathrina gevst fyri aldur

Fríggjadagin var fráfaringarløta í Posthúskjallarinum í sambandi við, at Johanna Cathrina Mørkøre gevst eftir nærum 46 ár sum bókavørður á Býarbókasavninum í Havn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-04-25 19:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart var ein fráfaringarløta í Posthúskjallarinum í Havn í sambandi við, at Johanna Cathrina Mørkøre gevst fyri aldur eftir nærum 46 ár sum bókavørður á Býarbókasavninum.

Bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar vóru við til hugnaløtuna í Posthúskjallaranum, umframt borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Røðan, sum borgarstjórin helt í hesum sambandi, kann lesast her.

Johanna Cathrina byrjaði í starvinum á Býarbókasavninum 1. august 1975. Í fjør hevði hon 45 ára starvsdag, og í februar fylti hon 70 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder