- Sjóvar kommuna veksur við fúkandi ferð. Seinastu átta árini eru vit vorðin 300 fólk fleiri, og í dag búgva 1.318 fólk í kommununi.
Hetta staðfestir kommunan á heimasíðu sínari í sambandi við eina nýggja starvssetan.
At kommunan veksur so skjótt, merkir jú eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina, og tí hevur kommunustýrið á Strondum valt at seta ein byggifrøðing til teknisku deild.
Hesin er Jóhan H. Funn.
Um hann skrivar sjovar.fo, at hann er 38 ára gamal, útbúgvin byggifrøðingur á VIA universiteti í Aarhus, og hevur arbeitt við nógvum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands.
Jóhan Funn byrjar í starvinum 1. august
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald