Vága kommuna hevur sett Jógvan Kruse í farloyvisstarvið sum fíggjarleiðara hjá kommununi.
Í sambandi við at fíggjarleiðarin hjá Vága kommunu, Fía Selma Nielsen hevur tikið sæti á løgtingi, hevur kommunan søkt eftir nýggjum fíggjarleiðara í farloyvisstarv.
Tá umsóknarfreistin var farin, vóru átta umsøkjarar til starvið.
Jógvan Kruse er 47 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan bæði fíggjarøkið, leiðslu, fyrisiting og KT. Hann tók bankaútbúgving frá Føroya Banka í 2004 og Akademiútbúgving innan fíggjarliga ráðgeving í 2006. Harumframt hevur hann tikið fleiri viðkomandi skeið innan millum annað statistikk, leiðslu og samstarv, skrivar Vága kommuna.
Síðani januar 2025 hevur hann verið stjóri og fíggjarleiðari í terminal.fo, sum nú er partur av Kodio, og frá 2021 til 2024 var Jógvan Kruse eisini borgarstjóri í Sunda kommu. Hann hevur eisini verið fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu og hevur harumframt drúgvar royndir frá bæði Føroya Tele og Føroya Banka.
Jógvan byrjar í starvinum 1. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald