Uttanlands

Joe Biden tekur frástøðu frá harðskapinum hjá mótmælisfólkum í USA

Mótmæli hava verið um alt USA síðan ein littur maður lat lív undir einari handtøku mánadagin – Tað er ikki rætt at brenna samfeløg niður og fremja óneyðugt herverk, heldur Biden

Los Angeles (Mynd: EPA)

Los Angeles (Mynd: EPA)

2020-05-31 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Demokratiska forsetavalevnið Joe Biden tekur frástøðu frá ógvusligu mótmælunum, sum ganga fyri seg í USA í løtuni.

Stór mótmælistiltøk hava verið um alt USA seinastu dagarnar, eftir at ein littur maður doyði í Minneapolis mánadagin undir einari handtøku.

Joe Biden sigur seg skilja vónsvikakensluna hjá mótmælisfólkunum, men tó tekur hann frástøðu frá herverkinum og tjóvarínum, sum verður framt í hesum døgum.

– Tað er rætt og neyðugt at mótmæla slíkan harðskap. Tað er ein púra amerikonsk reaktión. Men tað er tað ikki at brenna samfeløg niður og fremja óneyðugt herverk, sigur hann sambært CNN. Hann leggur afturat, at harðskapur, sum setur lív í vanda og oyðileggur og steingir handlar heldur ikki er í lagi.

Tað var mánadagin, at 46 ára gamli George Floyd lat lív, eftir at ein hvítur løgreglumaður hevði sitið við knænum á hálsi hansara í fleiri minuttir undir einari handtøku.

Síðan tá hava mótmælisfólk m.a. sett eld á bygningar, og eisini hava verið fráboðanir um samanbrestir millum løgreglufólk og sivilfólk.

– Seinastu dagarnar er greitt prógv um, at vit sum tjóð ikki góðtaka órættvísi, sigur Joe Biden, sum leggur afturat, at einhvør samvitskusamur persónur eigur at skilja ta fánýtiskensluna, sum litt fólk í USA m.a. uppliva hvønn dag.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tó sagt, at tað, sum hendir á gøtunum í USA í hesum døgum "ikki hevur nakað við rættvísi og frælsi at gera", og at talan er um eina vanvirðing av minninum hjá George Floyd.

Niðanfyri síggjast myndir frá mótmælistiltøkum í Los Angeles, Minneapolis, New York og Washington.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder