placeholder
Uttanlands

Joe Biden og Boris Johnson vilja styrkja sambandið millum USA og Stórabretland

Leygardagin umrøddu teir báðir m.a. eina møguliga fríhandilsavtalu millum londini

Hesa myndina hevur bretski forsætisráðharrin lagt út á Twitter – Myndin skal eitast at vera tikin, meðan hann tosaði í telefon við amerikanska forsetan (Mynd: Twitter/Boris Johnson)

Hesa myndina hevur bretski forsætisráðharrin lagt út á Twitter – Myndin skal eitast at vera tikin, meðan hann tosaði í telefon við amerikanska forsetan (Mynd: Twitter/Boris Johnson)

2021-01-24 11:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið tosaði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fyri fyrstu ferð við nývalda amerikanska forsetan, Joe Biden, upplýsir bretska stjórnin.

Millum tey evni, sum vórðu umrødd vóru covid-19 koppingarevni, mannarættindi, samstarv í Nato og veðurlagsbroytingar. Teir báðir samdust eisini um at styrkja sambandið millum USA og Stórabretland.

Eisini varð boðað frá, at Biden og Johnson umrøddu fyrimunir við einari møguligari fríhandilsavtalu millum londini, nú Stórabretland ikki longur er partur av ES.

Teir báðir leiðararnir søgdu eisini, at teir vónaðu at kunna hittast skjótt, skrivar Ritzau.

Um samrøðuna skrivaði Boris Johnson soleiðis á Twitter í gjárkvøldið:

– Frálíkt at práta við Joe Biden forseta í kvøld. Eg síggi fram til at styrkja langtíðarsambandið millum lond okkara, tá tað kemur til eina grøna og burðardygga grøðing eftir koronafarsóttina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder