
Sitandi forsetin í USA, Joe Biden, sigur nú, at hann hevur ætlanir um at stilla upp til forsetavalið í 2024, men at endaligu boðini tó ikki verða givin fyrr enn fyrst í komandi ári.
Avgerðin um at stilla upp er ein avgerð, ið skal takast í familjini, segði forsetin á tíðindafundi í gjár.
- Eg trúgvi, at øll vilja hava meg til at stilla upp, men vit skulu tosa um hetta fyrst, segði hann.
Hvítu húsini hava fyrr boðað frá, at forsetin ætlar at stilla upp aftur til komandi væl, hóast ein ávís ósemja er um hetta í demokratiska flokkinum. Ósemjan snýr seg um vánaligu álitistølini og um aldurin hjá forsetanum. Hann fyllir áttati seinni í november.
Tað er almenn vitan, at Joe Biden ofta er mismæltur, og tað, eins og aldurin, verður mett sum ein stórur veikleiki í einum møguligum valstríði.
Roknað verður eisini við, at hálvtfjórða ár yngri Donald Trump fer at royna at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin.
Hann segði nú ein dagin, at hann fór at koma við einum týdningarmiklum boðum 15. november, og flestu eygleiðarar taka tað fyri givið, at talan er um, at hann fer at stilla upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald