Uttanlands

Jeppe Kofod varð ikki smittaður á ES-fundi: Er staðfestur negativur tvær ferðir

Uttanríkismálaráðharrarnir í ES vóru á fundi mánadagin, og síðan hava ráðharrarnir úr Belgia og Eysturríki fingið staðfest korona

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod (Mynd: EPA)

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod (Mynd: EPA)

2020-10-18 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna er danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, kannaður fyri korona tvær ferðir, og í báðum førum varð úrslitið av kanningini negativt, upplýsir danska Uttanríkismálaráðið.

Jeppe Kofod luttók mánadagin á fundi í Luksemborg saman við øðrum uttanríkismálaráðharrum í ES.

Belgiski uttanríkismálaráðharrin, Sophie Wilmès og  eysturíkski uttanríkismálaráðharrin, Alexander Schallenberg, hava fingið staðfest smittuna.

Talsfólk hjá eysturríkska uttanríkismálaráðnum segði í gjár, at Alexander Schallenberg møguliga varð vorðin smittaður á ES-fundinum. Upplýst varð, at hann eingi sjúkueyðkenni hevði, men at hann varð vorðin kannaður sum part av einari fastari mannagongd. Belgiski uttanríkismálaráðharrin fór í sóttarhald, eftir at hon fekk sjúkueyðkenni.

Jeppe Kofod varð kannaður týsdagin og fekk negativt úrslit, og hann lat seg aftur kanna leygardagin, og eisini tá var hann negativur.

Sambært Ritzau er svenski uttanríkismálaráðharrin, Ann Linde farin í sóttarhald, meðan hon bíðar eftir sínum kanningarúrsliti. Uttanríkismálaráðharrarnir í Týsklandi, Fraklandi og Spania eru staðfestir negativir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder