Mentan

Jens Marni tulkaði Bryan Adams í Stjerneklar

Jens Marni og Team Bryan Adams sungu "Heaven" í Stjerneklar á DR1, og atkvøðurnar frá hyggjarunum vóru nóg mikið til at koma víðari

(Skíggjamynd: DR)

(Skíggjamynd: DR)

2023-04-28 20:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jens Marni Hansen og tveir aðrir hava í kvøld aftur luttikið í kappingini Stjerneklar hjá Danmarks Radio.

[object Object](Mynd: DR)

Teir eru á Team Bryan Adams og sungu í kvøld lagið Heaven. Skotsmálini frá dómarunum vóru góð, men tað eru hyggjarar, sum avgera hvørji tvey av teimum seks liðunum, sum framføra, skulu víðari. Triðja liðið velja dómararnir.

[object Object](Mynd: DR)

Og sum teir fyrstu vóru Jens Marni Hansen og hansara menn róptir upp, og eru komnir í hálvfinaluna.

Hálvfinalurnar byrja ikki fyrr enn um tríggjar vikur.

Stjerneklar sæst á DR TV her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder