Innanlands

Jens-Kjeld í uppskoti til norðurlendsku umhvørvisvirðislønina

Verður innstillaður fyri at hava lýst føroyskt lívmargfeldni í yvir fýrati ár

Jens-Kjeld Jensen, t.v., her saman við Sjúrði Hammer, fuglafrøðingi (Mynd: jenskjeld.info / Maria Gulklett)

Jens-Kjeld Jensen, t.v., her saman við Sjúrði Hammer, fuglafrøðingi (Mynd: jenskjeld.info / Maria Gulklett)

2020-09-08 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy er í uppskoti at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at náttúruserfrøðingurin í Nólsoy er tilnevndur henda heiður. Hann var eisini í uppskoti í 2012.

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður ikki tilnevnd á sama hátt sum hinar virðislønirnar, har hvørt land hevur møguleika at koma við sínum tilmæli. Til umhvørvisvirðislønina hevur almenningurin møguleika at koma við eini innstilling til úrvalsnevndina, sum so tilnevnir teir møguligu móttakararnar.

Evnini fyri virðislønina eru eisini ymisk frá ári til ár. Í ár er evnið lívmargfeldni, biodiversitetur.

- Vit hava fingið nógv fleiri innstillingar í ár enn vit hava fingið fyrr, og tað hevur verið ein trupul uppgáva at finna fram til tey, ið skulu innstillast. Norðurlond eru rík upp á persónar, granskarar, felagsskapir og fyritøkur, sum arbeiða við margfeldni. Men vit halda okkum hava funnið fram til tær mest nýskapandi og innovativu verkætlanirnar og tiltøkini, sum bæði kunnu gagna lokalt og eisini brúkast aðra staðni í heiminum, sigur Elva Rakel Jónsdóttir, forkvinna í metingarnevndini.

Jens-Kjeld Jensen er tilnevndur fyri at hava lýst føroyskt margfeldni í yvir fýrati ár. Grundgevingin ljóðar, leysliga týdd, soleiðis:

"Um nakað skal gerast fyri at verja lívmargfeldnið, má ein vita, hvat skal verjast. Ein stórur áhugi fyri náttúru og náttúruviðurskiftum hevur í yvir 40 ár skundað undir kokkin Jens-Kjeld Jensen at skriva um evnið. Við 5 bókum og yvir 500 greinum, harav yvir 200 vísundaligar ella fólkavísundaligar, um føroyskt lívmargfeldni, er tað neyvan rættvíst at lýsa hansara virki sum eitt ítriv, ið hann annars sjálvur kallar tað. Umframt at skriva, er Jens-Kjeld eisini aktivur úti í náttúruni, og hansara savn av føroyskum músum (mann tað vera lúsum?, red.) er brúkt til gransking í bæði Týsklandi og Bretlandi.

Í sínum kanningum av lívmargfeldinum hevur Jens-Kjeld Jensen lagt stóran dent á nýggj og innræsin (invasiv) djór og plantur í Føroyum, og hevur verið við til at skráseta yvir 350 nýggj plantu- og djórasløg í Føroyum. Við omanfyri 25.000 vitjandi á heimasíðu síni um mánaðin, kemur Jens-Kjeld víða við sínum greinum um lívmargfeldni í Føroyum."

Hini innstillaðu til umhvørvisvirðislønina eru:

Dag O. Hessen, Noreg, professari í lívfrøði á Oslo Universiteti og leiðari fyri Centre for Biogeochemistry in the Anthropocene (CBA)

Borea Adventures, Ísland, ferðaskrivstova

YLE, Finland, almenna finska kringvarpið herferðina ”Rädda pollineraren”

Lystbækgaard, Danmark, fyri at verja hóttar lyngheiðar

Torbjörn Eckerman, Áland, býflugualari

Sammenslutningen av de ekologiska lantbruksorganisationerna i Norden, Svøríki  

Vinnarin av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður kunngjørdur 27. oktober.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1995. Endamálið er at styrkja um tilvitið um umhvørvisarbeiðið í Norðurlondum. Virðislønin verður latin einum norðurlendskum, felagsskapi, fyritøku ella persóni, sum fyrimyndarliga hevur megnað at økja um virðingina fyri umhvørvinum í fyritøku síni ella í gerningi, ella á annan hátt hevur gjørt nakað serligt fyri umhvørvið.

Virðislønin er 350.000 danskar krónur.

Føroyar hava tvær ferðir vunnið hesar virðislønirnar. Í 2006 fall hon til Boga Hansen, havfrøðing, og í 2013 til interkommunala ravmagnsveitaran Sev.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder