Mikudagin fer Fríðrikur kongur til Grønlands, og tað verður grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, og Kim Kielsen, formaðurin fyri grønlendska tingið, sum taka ímóti honum á floghavnini í Nuuk.
Kongur verður í Grønlandi til fríggjadagin, skrivar Ritzau.
Tað var síðst í januar, at boðað varð frá, at kongur skuldi til Grønlands. Sagt varð, at kongur gleddi seg til at hitta grønlendska fólkið í eygnahædd.
– Vit hava samkendslu við fólkinum í Grønlandi, og tað, sum er hent seinastu vikurnar í Grønlandi, ávirkar okkum nógv, segði Fríðrikur kongur, tá hann og Mary drotning vóru á vitjan í Litava.
Seinastu tíðina hevur Grønland fylt nógv í almenna kjakinum, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump fleiri ferðir hevur endurtikið ynski sítt um at yvirtaka Grønland, samstundis sum ivi er sáddur um, hvørt Danmark er ført fyri at verja Grønland.
Undir vitjanini í Grønlandi skal Fríðrikur kongur m.a. vitja Nuuk, Maniitsoq og Kangerlussuaq, har hann skal vitja hernaðarútbúgvingina Arktisk Basisuddannelse.
Sambært heimasíðuni hjá Kongshúsinum verður ein nærri skrá fyri vitjanina kunngjørd í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald