
2. august bjóðar Listasavn Føroya til framsýning við verkum eftir listamannin Jens Dam Ziska.
- Í mong ár hevur hann sýnt fram verk við áhaldandi dygd og menning. Seinastu árini hevur hann arbeitt við málningum í stórum formati. Hetta verður fyrsta stóra savnsframsýningin hjá honum og fyrstu ferð, at stóru verkini verða sýnd fram í Føroyum.
Framsýningin eitur “Eftirmyndir”. Verkini hjá Jensi Dam Ziska lýsa ikki sjálva hendingina, men myndir, sum standa eftir. Tað vil siga eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði.
- Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var – eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.
Málningarnir taka støði i siðbundnari málningalist, men skilja seg burturfrá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu. Listamaðurin eygleiðir og avmyndar nærumhvørvið við samtíðarbrillum og einum altjóða dámi. Hann arbeiðir fjølbroytt við formi og tøkni og bjóðar støðugt siðvenjuni av. Fleiri av myndevnunum koma frá fotomyndum, ið hann brúkar sum eitt amboð til at skráseta motivini. Í tilgongdini syndrar hann fotomyndirnar og leggur afturat við tekning og grafikki.
Verkini mynda oftast støð, ið hava serligan týdning fyri listamannin. Hann umsetir hesi støð til abstraktar kompositiónir. Grafisk skap sveima og pulsa í litføgrum samljóði og skapa eitt slag av vektloysi, sum samstundis er væl grundað í geometriskum samansetingum. Hetta er eitt nýtt føroyskt landslag, ein nýggj føroysk innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og altjóða. Eitt føroyskt myndevni, ið er partur av altjóða rákum og ávirkan.
Framsýningin er opin frá fríggjadegnum 22. august. Hetta við fernisering millum 16 og 18. Framsýnginin hjá Jens Dam Ziska verður til 2. november.
Listasavn Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald