
Á 50 ára degnum hjá Almannaverkinum fríggjadagin handaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Jenny í Heiðunum heiðurin sum ársins rúmligi arbeiðsgevari.
Hon hevur síðani august 2022 verið stjóri á Hotel Djurhuus.
Í grundgevingin hjá dómsnevndini varð millum annað sagt:
Gjøgnum nógv ár hava starvsfólk á Almannaverkinum havt eitt gott og tætt samband við hana, har hon hevur verið ein íðin viðleikari, tá talan hevur verið um at geva borgarum við skerdum arbeiðsførleika ein møguleika at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevur frá sínum fyrsta arbeiðsdegi innan hotell-vinnuna verið jalig í samstarvinum við starvsfólk á Almannaverkinum í samband við at hjálpa borgarum við skerdum arbeiðsførleika við teimum ymisku fyriskipanum, sum sambært lóg eru um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Almannaverkið hevur dømi uppá borgarar, sum hvørki hava klárað seg heima ella á einum arbeiðsplássi, men sum nú kenna seg trygg orsakað av, at tey nú megna at halda fast í sínum arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald