Innanlands

Jenis av Rana: - Uppskotið um Hoyvíkssáttmálan kemur helst ígjøgnum áðrenn jól

Landstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar, um at Hoyvíkssáttmalin skal halda fram.

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-17 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár viðgjørdi Uttanlandsnevdin málið um Hoyvíkssáttmálan. Ætlanin hjá Jenisi av Rana, landstýrismanni, og stóran part av nevndini, er at ógilda uppsøgnina av sáttmálanum við íslendingar. Undanfana løgting samtykti í desember í fjør, at Hoyvíkssáttmálin skuldi uppsigast, tí øll útlendsk feløg skuldu úr føroysku fiskivinnuni eftir nøkrum árum.

Onkrar broytningar eru gjørdar í sáttmálanum, sambært landstýrismanninum. Hetta var eftir ynski frá tveimum av limunum.

Jenis av Rana væntar, at uppskotið kemur ígjøgnum, áðrenn tingið fer í jólafrí. Hoyvíkssáttmálin stendur til at fara úr guldi á nýggjárinum. Uppskot til samtyktar skulu hava tvær viðgerðir í løgtinginum. 

Keldur: Kringvarpið og logting.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder