Innanlands

Javni hevði hall á 159.585 krónur í fjør

Hetta var eitt úrslit, sum mett varð um frammaundan, orsakað av nógv skerdum virksemi. Avbjóðingar sum væntandi bústaðartilboð og starvsfólkatrot á økinum vórðu umrødd á ársaðalfundinum í gjár, har Annika Marr Poulsen varð vald í starvsnevndina

Á fundinum greiddi forkvinnan Fía Petersen frá virksemi felagsins farna árið - frá roknspapi og øðrum - og orð varð sett á tær størstu avbjóðingarnar hjá limum felagsins

Á fundinum greiddi forkvinnan Fía Petersen frá virksemi felagsins farna árið - frá roknspapi og øðrum - og orð varð sett á tær størstu avbjóðingarnar hjá limum felagsins

2021-05-06 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalfundurin hjá Javna varð hildin mikudagin 5. mai í MEGD-húsinum.

Á skránni var millum annað val til starvsnevndina í Javna og til Spyr Meg nevndina. Greitt var at Lea Wolles valdi at taka fyri seg í starvsnevndini, og at Álvur Hansen, ið stóð fyri vali sum tiltakslimur, valdi heldur ikki at stilla upp. Ása Hansen, ið var tiði persónurin, sum stóð fyri afturvali, tók við tí. Annika Marr Poulsen er nývald í starvsnevndina, og Fríðbjørg Hammer varð vald í sessin sum nýggjur tiltakslimur.  

Til nevndina í Spyr Meg skuldu veljast tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur. Meiken S. Olsen stóð fyri vali, Lennart Magnussen, sum kom inn fyri Hildu Poulsen fyri eitt ár á aðalfundinum 2020, stóð eisini fyri vali, og Erla Marr Erlandsdóttir, ið hevur sitið sum tiltakslimur í eitt ár, stóð somuleiðis fyri vali: Hetta tí posturin sum tiltakslimur var nýggjur í 2020, og stendur fyri vali ólíka ár. Sitandi nevndarlimir stillaðu allir upp aftur, umframt at annað valevni eisini bjóðaði seg fram. Úrslitið av skrivligari atkvøðugreiðslu bleiv, at Erla og Meiken blivu valdar til nevndarlim og Lennart til tiltakslim.

Javni boðar í tíðindaskrivi frá, at eitt uppskot var komið inn um at møguleikan at skipa formligar stýrisbólkar undir Javna, sum hugsavna seg um seráhugamál ella serøkir. Nevndin legði fram uppskot um eitt nýtt punkt 9B at seta inn í viðtøkurnar, og við onkrari smávegis tillaging tók aðalfundurin undir við uppskotinum. 

Undirskot sum væntað

Á fundinum greiddi forkvinnan Fía Petersen frá virksemi felagsins farna árið, og roknskapurin varð lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Ársúrslitið vísti eitt hall á  159.585 krónur

- Inntøkan av álmanakkasøluni varð munandi lægri í 2020 enn undanfarin ár, av tí at felagið vegna korona valdi ikki at selja álmanakkan við durasølu. Av tí at virksemið hevur verið nógv skert og tilpassa í árinum, varð úrslitið, sum frammanundan met

Í august setti Javni eina ráðgevingartænastu á stovn, har fyrst og fremst limir, men eisini onnur, kunnu fáa ráðgeving, vegleiðing og hjálp.

Nógvar avbjóðingar

Á fundinum vórðu fleiri viðurskifti umrødd. Orð varð sett á, at ein av heilt stóru avbjóðingunum hjá limunum hjá Javna er væntandi bústaðartilboð. Nýggjastu tølini frá Almannaverkinum vísa, at 161 fólk standa á bíðilista til vardan bústað, og at  góður triðingur av hesum - 56 fólk - hava meningartarn/fjølbrek. Tey flestu av hesum standa á bíðilista til sambýli.

- Fleiri hava staðið á bíðilista í áravís og eru innarliga kedd av støðuni. Tað er lítið virðiligt, at so lítið verður gjørt fyri at bøta um støðuna, og at fólk við menningartarni eru noydd at búgva heima hjá foreldrunum til tey eru trøllvaksin og foreldrini gomul.

Ongin nýggj bygging fór í gongd í 2020. Nakrir smærri glottar eru tó at hóma: Arbeiðið at byggja nýtt sambýli á Mýrini í Hoyvík er byrjað, og eftir ætlan skal verða klárt hjá 18 fólkum at flyta inn í oktober 2022. Hetta er tó helvtina minni enn væntað varð framanundan.

Umframt stóra tørvin á bústøðum, so er starvsfólkatrot ein onnur stór avbjóðing á økinum

- Tørvurin á “heitum hondum” veksur, og vit fylgja ikki við tørvinum. Fleiri partar í samfelagnum rópa í løtuni varskó og gera vart við, at almennar tænastur mugu eftirkannast og endurskoðast. Góðskan á tænastum vísir seg ikki at vera eins góð og í Danmark, og vit fáa ov lítið fyri pengarnar. Tað er púra greitt, at tørvur verður á fleiri útbúnum starvsfólkum á sosiala økinum komandi árini

Forkvinnan endaði við at takka teimum, sum valdu at takka fyri seg í nevndini, fyri teirra arbeiðið, og ynskja nýggju nevndarlimunum vælkomnum. Harafturat takkaði hon øllum, sum gjøgnum árið hava gjørt teirra til at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið hava menningartarn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder