Innanlands

Javnaðarflokkurin vann í Havn

Heðin Mortensen stóri toppskorarin - Annika Olsen mist sessin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-10 23:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Úrslitið í Havn liggur nú klárt.

Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin. Eins og veljarakanningin hjá Portalinum og Spyr.fo vísti á, fekk Javnaðarflokkurin fimm umboð.

Heðin Mortensen fekk nógv flestar atkvøður, 2.288 tilsamans.

Tey valdu fyri Javnaðarflokkin eru Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk og Bjørg Dam.

Fólikaflokkurin varðveitir síni tvey umboð. Tey valdu eru Annika Olsen og Birgir Nielsen. Bogi Andreasen misti sostatt sín sess.

[object Object]
Elsa Berg fekk óvæntað gott val (Mynd: Sverri Egholm)

Tjóðveldi misti eitt umboð og fær nú trý umboð. Sera óvæntað gjørdist Elsa Berg fyrstvald við nógv flestu atkvøðum. Jákup Dam og Gunvør Balle vórðu afturvald.

Sambandsflokkurin og Annfinn Brekkstein varðveittu sín sess í býráðnum.

Og Framsókn varðveitti eisini eitt umboð. Men Bergunn Kass misti sessin til floksforkvinnuna Ruth Vang.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder