Uttanlands

Japanskur borgarstjóri: Menninir eiga at fara til handils

Menninir brúka ikki líka langa tíð, tá teir eru til handils, og eru teir sostatt í minni vanda fyri at koma í samband við ov nógv fólk, sigur Ichiro Matsui, borgarstjóri í Osaka

Ichiro Matsui, borgarstjóri í Osaka (Mynd: EPA)

Ichiro Matsui, borgarstjóri í Osaka (Mynd: EPA)

2020-04-24 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Borgarstjórin í Osaka, ein av størstu býunum í Japan, hevur verið fyri atfinningum, eftir at hann í gjár mældi til, at menninir skuldu fara at keypa inn heldur enn kvinnurnar. Orsøkin var, segði hann, at menninir brúka ikki líka langa tíð, tá teir eru til handils, og tí eru teir í minni vanda fyri at koma í samband við ov nógv fólk, tá teir keypa inn.

– Kvinnur brúka nógva tíð, tá tær eru til handils, tí tær hyggja at ymsu vørunum og hugsa um, hvør vøra er best at keypa. Menn eru skjótir at taka tað, sum teir eru bidnir um at keypa, og vera teir sostatt ikki verðandi ov leingi í handlinum, segði borgarstjórin, Ichiro Matsui.

Sambært japansku heilsumyndugleikunum eru gott 13.100 COVID-19 tilburðir staðfestir í landinum, og fleiri enn 300 eru deyð.

1. Mars var talið av skrásettum tilburðum 243. Talið á tilburðum er vaksið nógv seinastu vikurnar, og er vónin slept um, at tað hevur eydnast japansku myndugleikunum at fáa tamarhald á støðuna.

Osaka hevur verið í undantaksstøðu síðan 7. apríl, og viðmerkingin hjá borgarstjóranum um at lata menn keypa inn heldur enn kvinnur, kom eftir at hann skeyt upp, at matvøruhandlar avmarkaðu talið á kundum, og at fólk bert fóru út at keypa gerandisvørur annan ella triðja hvønn dag.

Men uppskotið um at lata menn keypa inn fyri at minka um smittuvandan, var ikki væl móttikið, skrivar CNN.

– Fólk, ið einki kenna til vanliga gerandislívið eiga ikki at koma við slíkum viðmerkingum, segði japanska tíðindakvinnan, Shoko Egawa, m.a. um útsøgnina hjá Ichiro Matsui.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder