Innanlands

Jákup Petur: - Hetta hevur verið ein feit uppliving

Jákup Petur Eliassen er væl nøgdur við avbjóðandi treystikappingina, hóast hann mátti gevast í nátt. Síggj myndina av upphovnaða knænum. Les eisini frágreiðingina um, hví føroyingarnir sleptu sær av við royndu amerikanararnar, sum teir vórðu paraðir við

2023-08-17 14:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hetta var ein ótrúliga góð kapping og eitt feitt upplivilsi. Men í nátt var pínan í vinstra knæ so stór, at tað ikki var annað at gera enn at biðja um hjálp, hóast eg fegin hevði viljað hildið fram.

Soleiðis sigur føroyski ítróttamaðurin Jákup Petur Eliassen, sum saman við Ken Bærentsen vóru einastu luttakararnir í stóru altjóða treystikappingini Nordic Atlantic Adventure Race, sum hesa vikuna er í Føroyum.

[object Object]Soleiðis sá vinstra knæ hjá Jákup Peturi út í morgun. Ein kann næstan síggja hvussu stór pínan hevur verið (Privat mynd)

Hóast tað ikki endaði, sum ætlað, so hevur Jákup Petur bert rósandi orð at bera kappingini. Í dag kann hann bara iðra seg um, at teir báðir Ken ikki vóru betri fyrireikaðir.

Tað var bara fáar vikur undan kappingini, at teir tóku av avbjóðingini um at fara við. Hetta hóast teir ikki høvdu royndir í fleiri av avbjóðingunum, sum teir vórðu kastaðir út í. Eitt nú at lesa kumpass, súkkla í fjøllum og rógva í gummibáti.

- Høvdu vit verið í betri venjing, so rokni eg við, at vit saktans høvdu kunnað gjørt okkum galdandi í slíkum kappingum, sigur Jákup Petur í dag.

Samstarvið riggaði ikki

Byrjanin av kappingini var tó ikki so væleydnað.

Tað er soleiðis í hesi kappingini, at tey kappast í liðum à fýra fólk. Føroysku luttakararnir vórðu paraðir saman við tveimum royndum amerikanarum – eini kvinnu og einum manni.

Men tað vísti seg skjótt, at samstarvið ikki riggaði so væl. Teir royndu amerikanararnir hildu upp á, at tey skuldu taka avgerðirnar, tí tey høvdu royndirnar í slíkum kappingum.

- Vit kendu á okkum, at vit bara skuldu fylgja við. Tey vildu ikki lurta eftir okkara ráðum, ignoreraðu okkum, hóast vit hildu okkum kunna koma við íkasti til kappingina, tí vit eru jú staðkendir.

- Hetta førdi við sær, at vit fóru leiðir, sum vit als ikki vóru samdir í. Vit kenna t.d. eitt sindur til streymviðurskiftini, og royndu at greiða teimum frá, at tá vit hava viðstreym, so er ongin meining í at rógva heilt inni við land, tí tá fáa vit ikki gagnnýtt streymin, og kunnu enntá koma út fyri at fáa mótstreym í afturundirgerðini.

- Men tey vildu ikki lurta eftir okkara ráðum.

- Í øðrum førum, tá vit nærkaðust onkrum hamara, hildu vit, at vit skuldu ganga ein umveg, sum var skjótari enn tann beinleiðis vegurin á kortinum. Men amerikanararnir hildu seg til kumpassina, og úrslitið var, at vit brúktu alt ov nógva tíð, greiðir Jákup Petur frá.

Vildu ikki meira

Tá vit komu til Leynar, gjørdist hetta ov nógv fyri okkum, og vit boðaðu frá, at vit ikki vildu vera við til hetta. Men eftir nakað av samskifti við fyrireikararnar, so fingu vit loyvi at halda fram í kappingini sjálvir, og tá gjørdist tað veruliga spennandi fyri okkum.

- Tí nú sluppu vit at vísa, ikki minst okkara fyrrverandi liðfeløgum, at tað er eitt sindur av dugi í føroyingunum, sigur Jákup Petur læandi.

Teir báðir brúktu tó nakað av tíð, ov nógv tíð, í Leynum fyri at fáa útgerðina teimum tørvaði fyri at kunna halda fram sum egið lið, eitt nú kort, kumpass, tracking-útgerð og ein gummibát, og harvið mistu teir nakað av tíð.

[object Object]

Róðu í 13 tímar

- Og tað eydnaðist okkum til deils at vinna tey aftur, og enntá yvirhálað tey onkrastaðni norðast á Streymoynni. Men tey yvirhálaðu okkum aftur. Vit løgdu okkum at sova í tveir tímar, tá vit komu til Haldórsvíkar. Bankaðu upp á í onkrum húsi og fingu loyvi at leggja okkum eina løtu.

- Harífrá skuldu vit so rógva heilt inn á Skálabotn. Tað var ein stór avbjóðing fyri okkum. Teinurin tók okkum heilar 13 tímar.

- Vit hava ongar royndir í slíkum róðri, og okkara fyrrverandi liðfelagar høvdu eisini ein nógv betri bát. Minst til, at hetta er eisini ein kapping í at hava ta bestu útgerðina. So tey fóru langt fram um okkum aftur.

[object Object]

Pína í knænum

Úr Skálafirði gekk leiðin norður til Gjáar, og tá leiðin gekk víðari frá Gjógv og niðan gjøgnum fjøllini upp á Slættaratind var tað, at Jákup Eli byrjaði at merkja pínuna í vinstra knæ.

- Tað var ringt at koma í gongd aftur eftir ein støðg, men plagdi at hasa av, tá eg var komin í gongd. Knæið hevði fingið nakrar snuddir. Til dømis duttu vit oftani á ferðini í myrkri, mjørka og regni úr Saksun til Tjørnuvíkar. Ein visti ikki altíð hvar ein steig, og tað tók hart upp á knæði, greiðir Jákup Petur frá.

Og komin til Norðoyggjar og á ferðini upp um fjøllini úr Klaksvík til Norðdepils gjørdist pínan so nógv, at har var ikki meira at gera.

- Vit høvdu nógvan pakning við okkum. Bara báturin vigar 30 kilo niðurpakkaður, so tað tók hart upp á okkum.

Tyrlan kom eftir honum

- Í nátt, tá vit løgdu okkum at hvíla uppi í fjøllunum gjørdist eg kaldur og sera illa fyri, at eg sá ikki annan útveg, enn at ringja eftir hjálp. Hóast eg gjarna vildi víðari, so var ikki annað at gera. Og so kom tyrlan eftir mær.

Í morgun hevur hann verið á røntguni á Landssjúkrahúsinum. Knæið er nógv hovnað, men tíbetur er onki, sum bendir á nakað brot, hægst onkur flís, ið er farin av í teimum nógvu føllunum í fjøllunum.

Nú fær hann so stundir at hvíla seg og sova áðrenn endahátíðin í NIAR-kappingini verður leygarkvøldið.

- Eg eri eitt sindur í øðrviti í dag. Vit hava bara sovið í fimm tímar tilsamans síðan tíðliga sunnumorgunin.

Spennandi avbjóðingar

- Júst manglandi svøvnurin er ein av stóru avbjóðingunum í slíkum kappingum. Tú skalt eisini kunna halda pínuna út. Og so er tað tann mentala styrkin, sum hevur størri týdning enn tann kroppsliga styrkin. Samstarvið á liðnum hevur eisini avgerandi týdning. Tað nyttar onkið at kjakast um allar avgerðir, tí so kemur ein ikki nóg skjótt fram. Heldur ikki, um ein skal støðga á og kanna kumpass alla tíðina.

- Ein onnur stór avbjóðing er at tilrættaleggja ferðina. Vita hvat ein skal fara í, og hvussu nógvan mat ein skal taka við sær á hvørjum teini millum kontrollpostarnar.

- Um vit høvdu havt betri tíð til at fyrireika okkum. Einar seks mánaðir ella so, so eri eg sannførdur um, at vit veruliga høvdu megnað at gjørt okkum galdandi í kappingini, sigur Jákup Petur Eliassen og vísir á, at hetta er eitt slag av kapping, ið fleiri føroyingar høvdu kunna verið við í.

Um hann ætlar at luttaka á fleiri slíkum kappingum?

- Tann avgerðin er als ikki tikin enn. Men tað var eitt so gott upplivilsi, at tað kennist freistandi, men tað mást tú ikki fortelja konuni, sigur Jákup Petur Eliassen áðrenn hann fór til songar til ein væluppibornan blund.

[object Object]
Jákup Petur á veg út til røntguna í morgun



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder