Í dag hevur verið hátíðarhildið, at Jákup Pauli Johansen hevur verið í starvi sum postboð á Posta í heili 50 ár.
Í sambandi við stóra dagin hevur Jákup Pauli fingið heiðurstekin frá kongi, Den Kongelige Belønningsmedalje, sum viðurkenning fyri trúgva tænastu.
- Jákup Pauli Johansen byrjaði sum postboð í 1976, tá nógvur postur varð borin út til gongu, og hann var tá bert 17 ára gamal. Í dag kennir hann hvønn ein postkassa í Stremoynni og ger eitt framúr arbeiði óansæð veður og vind. Hvønn dag í árinum, sigur Posta.
- Posta takkar Jákupi Paula fyri øll árini, fyri ídni og tað arbeiði sum hann hevur gjørt, og framvegis ger fyri viðskiftafólk, og ynskir honum hjartaliga til lukku við heiðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald