Innanlands

Jákup Erlingsson Petersen skipaður í embæti í Suðuroyar norðara prestagjaldi

Hátíðargudstænastuna var í Tvøroyrar kirkju 23. august, har bispur skipaði klaksvíkingin í embæti.

Jákup E. Petersen hevur seinastu sjey árini verið prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi (Mynd: Bjarni Nygaard)

Jákup E. Petersen hevur seinastu sjey árini verið prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi (Mynd: Bjarni Nygaard)

2026-08-26 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggjur sóknarprestur er komin í norðara parti av Suðuroynni, har Annika Magnussen Gaard áður hevur starvast, og har avloysarar hava røkt seinasta hálva árið ella so.

Við hátíðargudstænastuna í Tvøroyrar kirkju 23. august tók Jákup Erlingsson Petersen við embætinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Biskupur skipaði hann í embæti. 

Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at nógv fólk vóru komið saman, nú nýggju prestafólkini tóku við, eftir at Annika M. Gaard leitaði sær norð um fjørð undanfarna árskifti.

- Fagnaður og spenningur merktu løtuna, nú bæði ljós og lív skjótt verður í prestagarðinum aftur. Seinast góða hálva árið, hava teir báðir, Hanus Pál í Hvalba og Patrick í Vági, væl stuðlaðir av Jónsveini Bech, røkt Suðuroynna.

Jákup E. Petersen er klaksvíkingur. Seinastu sjey árini hevur hann verið prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.

Eftir gudstænastuna varð borðreitt við góðum drekkamunni í kirkjuni, har høvi var at heilsa uppá Gurið, Jákup og børnini. Aftaná løtuna í kirkjuni vóru kirkjuráðini í norðaru hálvu vertir fyri einum døgurða, har eisini nógv nýttu høvi at heilsa prestafólkunum vælkomnum, skrivar folkakirkjan.fo.

Sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder