Innanlands

Jákup E. Petersen sóknarprestur á Tvøroyri

Hann byrjar í embætinum 1. august

(Mynd: folkakirkjan.fo)

(Mynd: folkakirkjan.fo)

2026-04-20 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Jákup Erlingsson Petersen sum sóknarprest í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Jákup varð prestvígdur í januar 2018, tá ið hann gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Í september 2019 tók hann við kallinum sum kirkjubókaførandi sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Jákup byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Roknast kann við innsetingargudstænastu, tá ið farið er um hálvan august, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder