Mentan

Jacob Collier rósti Tinu fyri framførsluna síðsta fríggjadag

Tað verður lagt merki til framførslurnar hjá Tinu Mellemgaard úti í stóru verð

2022-03-18 22:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hann er mín stóra fyrimynd. Tí var tað feitt, at hann skrivaði til mín eftir mína upptraðkan síðsta fríggjakvøld.

‘Hann’ er enski tónleikarin Jacob Collier. Tað er hann, sum hevur skrivað sangin “All I Need”, sum Tina Mellemgaard sang í X-Factor síðsta fríggjakvøld.

Nú í kvøld alvdúkaði mentorurin hjá Tinu, at luttøkan hjá Tinu í X-Factor hevur skapt upperksemi langt uttan fyri landamørk, tí ein ávísur Quincy Jones skuldi havt reagerað.

Quincy Jones er ein heimskendur amerikanskur tónleikaframleiðari, sum millum annað hevur arbeitt við Michael Jackson og øðrum heimsstjørnum.

Tað var nú ikki Quincy, sum hevði skrivað til Tinu, men Jacob Collier, hvørs manageri er Quincy Jones.

Tað avdúkaði Tina Mellemgaard í kvøld eftir at hon var bjargað av mentori sínum og fær ein møguleika afturat í ársins X-Factor.

- Hann skrivaði eina viðmerking til mína video.

Hvat skrivaði Jacob Collier?

- Altso hann skrivaði okkurt við ‘Yeeaahh Tina, you killed it!” Tað var nokk so crazy, tí hann er mítt stóra tónleikaidol, segði Tina.

Sí samrøðuna við hana her 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder