Uttanlands

Italia: Almenn støð kunnu lata aftur klokkan 21

Fyri at steðga smittuspjaðingini í landinum eru nýggj tiltøk sett í verk, og møguliga koma fleiri afturat í vikuni – Tó verður ikki latið helt aftur sum í vár, sigur italski stjórnarleiðarin

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2020-10-19 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Italia hava borgarstjórar nú fingið loyvi frá stjórnini til at steingja almenn støð klokkan 21 fyri at forða fólkið í at savnast.

Hetta er eitt av fleiri smittufyribyrgjandi tiltøkum, sum vórðu løgd fram sunnukvøldið.

Spælistøð og lokalar marknaðir skulu lata aftur, og amatørítróttur verður avlýstur. Í vikuni verður støða tikin til, um venjingarmiðstøðir og svimjihallir eisini skulu lata aftur, sigur stjórnarleiðarin, Giuseppe Conte.

11.705 smittutilburðir vórðu skrásettir í Italia sunnudagin. Hendan økingin er methøg. Sambært Giuseppe Conte er støðan hættislig, men stjórnin vísir aftur, at Italia fer at lata heilt aftur sum tá koronasmittan gjørdi um seg í vár. Nú snýr tað seg um at verja bæði heilsuna og búskapin, sigur hann.

Matstovur og onnur støð, sum bordreiða við mati, sleppa at hava opið til á midnátt, men eftir klokkan 18 sleppa tey bert at borðreiða fyri sitandi gestum.

Í summum økjum, eitt nú í økinum kring Napoli, eru strangari tiltøk sett í verk. Har eru skúlar eitt nú stongdir komandi tvær vikurnar.

Italia var fyrsta landið í Evropa, sum varð hart rakt av koronasmittuni, tá hon varð skrásett í landinum í februar. Italia er eisini eitt av teimum londunum í Evropa, sum hevur skrásett flest andlát í sambandi við korona.

Sambært uppgerð hjá Worldometers.info hevur Italia skrásett 414.000 smittutilburðir og fleiri enn 36.000 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder