Uttanlands

Ísrael: Hava dripið formannin í iranska trygdarráðnum

Ali Larijani var ein av nærmastu ráðgevunum hjá Ali Khamenei Ayatollah

Ali Larijani (Mynd: EPA)

Ali Larijani (Mynd: EPA)

2026-03-17 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin hevur í nátt framt eitt álop, sum hevði til endamáls at raka Ali Larijani, sum er formaður í ovasta trygdarráðnum í Iran.

Tað siga fleiri keldur sambært Reuters.

Fyrst var ikki greitt, um Larijani var deyður ella ikki, men ísraelski verjumálaráðharrin, Israel katz sigur nú, sambært Ritzau, at hann varð dripin í álopinum.

Larijani var ein av nærmastu ráðgevunum hjá Ali Khamenei Ayatollah, táverandi ovasti leiðarin í Iran, sum varp dripin í amerikansku og ísraelsku álopunum á Iran 28. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder