Uttanlands

Ísrael biður fólk rýma úr Gaza býi

Ætlanir eru um at víðka um álopini á býin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-09-09 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísrael hevur í dag slept flogseðlar út yvir Gaza bý við ávaring, har allir íbúgvar í býnum verða bidnir um at rýma úr býnum áðrenn Ísreal víðkar álop sítt í norðrara parti av býnum.

Ein talsmaður hjá ísraelska herinum hevur eisini lagt ávaringina út á arabiskum á sosiala miðilin X.

Hesa vikuna hevur Ísrael, sambært Israel Katz, verjumálaráðharra, rivið niður 30 háhús í Gaza, sum, sambært Ísrael, hava verið skjól hjá yvirgangsfólkum. Niðurrívingarnar eru framdar undan komandi álopunum.

Í gjár boðaði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, frá, at tey høvdu oyðilagt 50 háhús, sum hann kallaði fyri ‘yvirgangstorn’, men tað er óvist um Netanyahu og Katz tosa um somu bygningar, skrivar finska kringvarpið.

Seinastu dagarnar hevur Ísrael rivið fleiri háhús niður, tí sagt var, at Hamas hevði vakmyndaútgerð í húsunum. Líknandi pástandur var eisini brúktur, tá tvær ísraelskar rakettur raktu Nassersjúkrahúsið í Khan Yunis í sunnara parti av Gaza fyrr í mánaðinum. Tá doyðu fleiri sjúkrastarvsfólk og journalistar, sum arbeiddu fyri altjóða miðlar.

Ein talsmaður fyri ísraelska herin segði í farnu viku at tað slapst ikki undan at tøma Gaza bý fyri fólk, og at familjur, ið flyta suðureftir til eitt ‘humanitert øki’ skuldu fáa menningarhjálp.

Men ymsir hjálparfelagsskapir hava støðugt víst á, at trystið á sunnara part av Gaza er ov stórt til, at tey kunnu veita teimum, ið flýggja norðanífra, sømiliga neyðhjáp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder