Ítróttur

Íslendski landsliðsvenjarin gevst

Heimir Hallgrímsson hevur avgjørt at gevast sum landsliðsvenjari

2018-07-17 15:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Íslendska fótbóltssambandið hevur í dag boða frá, at landsliðsvenjarin, Heimir Hallgrímsson, gevst.

Hallur Hallgrímsson hevur verið partur av íslendska landsliðnum í fótbólti seinastu 7 árini. Í 2016 var hann venjari saman við svenska Lars Lagerbäck, tá Ísland spældi seg í fjórðingsfinaluna í EM í Fraklandi.

Í ár var Ísland við til HM endaspælið fyri fyrstu ferð. Her megnaði landsliðið tó ikki at spæla seg víarði úr bólkaspælinum.

Íslendska fótbóltssambandið sigur, at tey vildu hava Hallgrímsson at halda fram, men at venjarin sjálvur valdi at gevast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder