Innanlands

Írland letur aftur vegna korona

Helst talan um strangastu reglur í Evropa í løtuni

Allar pubbir í Írlandi eru stongdar fyribils (Savnsmynd: EPA)

Allar pubbir í Írlandi eru stongdar fyribils (Savnsmynd: EPA)

2020-10-20 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Írland setir nú í verk nýggjar koronaavmarkingar, helst tær strangastu í Evropa. Tað boðaði írska stjórnin frá í gjárkvøldið.

Allir handlar, ið ikki eru neyðugir, verða nú stongdir, og tað sama við hárfríðkanarstovum, mentanartilboðum og venjingarstøðum. Harafturat verða skeinkistovur og matstovur afturlatnar. Matstovur sleppa bara at selja ”út av húsinum”.

Sambært The Guardian verður almenna ferðslan skrúvað niður á ein fjórðing av núverandi støðinum.

Írar fáa eisini bann fyri at ferðast longur enn fimm kilometrar frá bústaðnum. Bara um tey skulu til arbeiðis, sleppa tey at farðast longri.

Í vár hevði Írland nakrar av strangastu reglunum í Evropa, og seinastu tíðina hevur landið aftur hert reglurnar so hvørt sum smittutalið er hækkað aftur.

Hesaferð verða skúlar tó ikki stongdir, og heldur ikki vinnugreinar, ið verða mettar at vera neyðugar. Hetta er til dømis galdandi fyri byggivinnuna, skrivar Ritzau.

Micheál Martin, forsætisráðharri, sigur, at Írland nú fer upp í hægsta avmarkingarstøði.

- Stjórnin metir, at støðan kann gerast álvarslig innan fyri komandi tvær vikurnar. Men um vit halda saman komandi seks vikurnar, kunnu vit vónandi halda jól á ein innihaldsríkan hátt, sigur forsætisráðharrin.

Lond sum Frakland, Belgia og Niðurlond, ið eisini stríðast við høgum smittutølum, hava stongt skeinkistovur og matstovur og sett í verk útigongumann um náttina.

Hesi lond hava tó ikki sett eins strangar reglur í verk, og Írland hevur. Í Norðurírlandi, sum er harðari rakt, hava skúlar verið stongdir í tvær vikur og matstovur í fýra. Men her hava flestu handlar framvegis opið, skrivr Ritzau.

Í Wales eru fólk biðin um at vera verðandi heima, fyribils í tvær vikur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder