Innanlands

IRF sendir glas frá húsarhaldum til endurvinning

Nú fáa fleiri húsarhald møguleika at skilja glas frá til endurvinning

2020-07-21 07:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinastu árini hava nógv spurt eftir hesum skiljimøguleikanum, og tí er tað gleðiligt, at hetta nú fer at bera til.

Glasið, ið verður skilt frá húsarhaldsburturkastinum, kann latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Enn er hetta ikki ein møguleiki á øllum kommunalum plássum. IRF mælir til, at borgarin spyr seg fyri á sínum lokala plássi.

Ein grønari hugburð

Føroyingar eru sum heild vorðnir alsamt meira umhvørvistilvitaðir, og bæði vinnan og borgarar spyrja eftir fleiri møguleikum at skilja burturkast.

Hugburðurin í føroysku kommununum er eisini nógv broyttur. Tá IRF bjóðaði út møguleika at fáa glasmóttøku á kommunalu plássini, vóru tað fleiri kommunur, sum alt fyri eitt meldaðu seg til nýggju skipanina.

Í vikuni verða glasmóttøkur settar upp hjá Eysturkommunu, Runavíkar kommunu, Vága kommunu, Hvannasund kommunu og Nes kommunu, og væntandi koma fleiri kommunur afturat í næstum.

Hvat glas kann latast til endurvinning

Allar glasfløskur, drekkigløs og glaskrukkur kunnu latast til inn endurvinning. Glasluturin skal vera tómur og skolaður við vatni (Tað er ikki er neyðugt at vaska lutin við sápu). Áskriftir (etikettir) kunnu vera á glaslutinum, og tað sama er galdandi fyri lok og proppar úr plasti, korki og metalli.

Hvat glas kann ikki latast til endurvinning

- Steintoy og postalín (t.d. koppar og krúss)
- Keramikkur (t.d. urtapottar)
- Eldføst føt
- Grýtulok úr glasi
- Ljósperur (Allar ljósperur skulu í reyða posan)
- Spegl
- Vindeygagløs, bilrútar og laminatgløs
- Holnálir (kanylir) og annað glas við vandamerki á

Til ber at lesa meira um skiljing av húsarhaldsburturkasti (hvat skal í tann reyða posan og hvat skal í tann hvíta posan) á heimasíðuni hjá IRF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder