Uttanlands

Iranski leiðarin: USA fekk einki burturúr at leypa á Iran

Ovasti leiðarin í Iran úttalar seg í dag fyri fyrstu ferð, síðan vápnahvíldin millum Iran og Ísrael kom í gildi týsdagin

Ovasti leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

Ovasti leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

2025-06-26 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA fekk einki burturúr at leypa á trý iranskj kjarnorkuverk um vikuskiftið, sigur ovasti leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khamenei í røðu í iranskum sjónvarpi seinnapartin.

Sambært honum eru skaðarnir á kjarnorkuverkini ikki eins umfatandi og amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá.

Ymiskar fráboðanir hava verið um skaðarnar á kjarnorkuverkini seinastu dagarnar, men talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum hevur m.a. sagt, at talan var um álvarsligan skaða.

Les eisini: Iran: Talan var um álvarsligan skaða

Tað var sunnunáttina, at amerikanarar lupu á iransku kjarnorkuverkini, og Iran svaraði aftur mánadagin við at leypa á flogstøðina al-Udeid í Katar, sum verður brúkt av amerikanska herinum. Iranski leiðarin ávarar um, at Iran kann svara aftur við fleiri álopum, um USA fremur nýggj álop á Iran í framtíðini.

Amerikanski forsetin segði í gjár, at hann er sinnaður at leypa á Iran aftur, um kjarnorkuætlanin verður tikin uppaftur.

Les eisini: Trump: USA sinnað at leypa á Iran aftur

Hetta er fyrstu ferð, at Khamenei úttalar seg alment, síðan Ísrael og Iran samdust um vápnahvíld týsdagin, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder