Uttanlands

Iranska tjóðartingið vil steðga samstarv við kjarnorkustovn hjá ST

Eitt uppskot um at steðga samstarvinum er samtykt av iranska tinginum, men tað er iranska trygarráðið, sum tekur endaligu avgerðina

Iranska tjóðartingið (Mynd: EPA)

Iranska tjóðartingið (Mynd: EPA)

2025-06-25 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelska tjóðartingið hevur í dag samtykt eitt uppskot um, at Iran skal steðga øllum samstarvi við IAEA, sum er kjarnorkustovnurin hjá ST.

Tað er tó ovasta trygdarráðið í Iran, sum tekur endaligu avgerðina um, hvørt samstarvið skal steðga ella ikki.

IAEA hevur higartil havt eftirlit við iranskum kjarnorkuverkum, men nú er ætlanin hjá iranska tinginum at steðga samstarvinum, inntil trygdin kring kjarnorskuverkini er tryggjað.

– Altjóða kjarnorkustovnurin, sum noktar at fordøma álopið á kjarnorkuverk í Iran, hevur sett sítt trúvirði uppá spæl, sigur Mohammad Bagher Ghalibaf, formaður fyri iranska tjóðartingið sambært Ritzau.

Les eisini: Keldur: Amerikanska álopið gjørdi ikki stóran skaða

178 lond samstarva við IAEA, sum hevur eftirlit við, um limalondini nýta kjarnorku til sivil endamál og ikki til at menna kjarnorkuvápn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder