Hildið verður at minst 80 fólk lótu lív ella druknaðu tá eitt iranskt krígsskip sakk út fyri strondina í Sri Lanka, skriva tíðindastovurnar í dag.
Tað hevur iranski varauttanríkisráðharrin upplýst fyri eini lokalari sjónvarpsstøð, skrivar Reuters.
Fyrr í dag upplýsti uttanríkisráðharrin í Sri Lanka, Vijitha Herath, fyri srilankanska tinginum, at ein iransk fregatt var søkt umleið 21 fjórðingar úr landi. Hann segði, at 32 sjófólk vórðu bjargað, men segði einki um hvussu nógv hava latið lív.
Særdu sjófólkini eru flutt á eitt sjúkrahús har suðuri í Sri Lanka, skrivar AFP.
Seinnapartin segði amerikanski krígsmálaráðharrin, Pete Hegseth, at tað var ein amerikanskur kavbátur, sum søkti iranska skipið.
Sambært bæði AFP og Reuters er talan um iranska skipið Iris Dena. Sambært AFP telur manningin 180. Skipið sendi út neyðarkall í lýsingini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald