Ovasta trygdarráðið í Iran váttar nú tíðindini, sum bórust í gjár, um, at ovasti leiðarin í Iran, Ali Khamenei ayatollah er deyður í álopi hjá USA og Ísrael, og landasorg er lýst í 40 dagar, skrivar Ritzau.
Khamenei, sum hevur verið ovasti leiðari í Iran síðan 1989, gjørdist 86 ára gamal.
Tað vóru ísraelskir miðlar, sum í gjár boðaðu frá, at Khamenei var deyður, og seinni váttaði amerikanski forsetin, Donald Trump hesi tíðindi á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Les eisini: Trump: Khamenei er deyður
Iranska trygdarráðið sigur í fráboðan, at Khamenei varð dripin tíðliga leygarmorgunin, meðan hann varð staddur á skrivstovu sínari í iranska høvuðsstaðnum, Teheran. Leygarmorgunin skrivaði m.a. tíðindastovan Reuters annars, at iranski leiðarin varð fluttur til eitt trygt stað.
Eisini fleiri familjulimir hjá iranska leiðaranum eru deyðir. Iranskir statsmiðlar skriva, at dóttir Khamenei, abbabarn hansara, og versonur og verdóttur eru deyð. Um tey doyðu í sama álopi sum Khamenei sjálvur, framgongur ikki.
Tað var leygarnáttina, at USA og Ísrael fóru undir umfatandi loftálop á Iran. Í álopinum vórðu brúkt 200 ísraelsk stríðsflogfør, og sambært ísraelska herinum er talan um mest umfatandi loftálopið í søguni hjá ísraelska flogherinum.
Umleið 30 bumbur vórðu blakaðar eftir bygninginum, har mett varð, at Khamenei helt til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald