placeholder
Uttanlands

Iran: Næstan 3.000 nýggir tilburðir skrásettir seinasta samdøgrið

Tað tykist sum, at fólk halda koronavirusið vera yvirstaðið, men so er ikki, og iranski heilsumálaráðharrin ávarar um, at støðan kann versna aftur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-06-01 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hava 2.979 fólk fingið staðfest koronasmittuna í Iran. Tað er hægsta talið uppá eitt samdøgur, sum landið hevur upplivað seinastu tveir mánaðirnir.

Seinasta samdøgrið eru 81 fólk eisini deyð orsakað av smittuni, upplýsa landsins heilsumyndugleikar. Dagin fyri var talið 63.

Iranski heilsumálaráðharrin, Saeed Namaki ávarar um, at støðan kann gerast verri.

– Tað tykist sum at fólk halda koronavirusið vera yvirstaðið, og summir myndugleikar halda eisini, at alt er farið aftur til tað gamla aftur. Fyrst og fremst er koronavirusið langt frá yvrstaðið, men støðan kan versna nær tað skal vera, sigur hann sambært Ritzau.

Helvtin av teimum, sum eru staðfest deyð seinasta samdøgrið koma úr trimum landslutum, men hann sigur ikki hvørjir talan er um.

– Um hetta heldur fram, kunnu vit aftur enda við einum trísiffraðum deyðstali, ávarar hann.

2. mai boðaði Iran frá, at tey høvdu tað lægsta talið á nýggjum smittutilburðum, síðan smittan breyt út í februar, men síðan tá er støðan aftur broytt.

Iran er tað landið í Miðeystri, sum er harðast rakt av koronasmittuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder