Innanlands

Innflutningurin vaksin seinasta árið – uttan skip og brennievni

Í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 var innflutningurin 340 mió. krónur minni enn undanfarna ár – Talan er tó um ein vøkstur, um skip og brennievni ikki verður talt við

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2021-04-19 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum mars 2020 – februar 2021 var innflutningurin 8,1 mia. krónur. Tað er 340 mió. krónur minni enn undanfarna árið.

Tó er innflutningurin vaksin, um vit ikki telja skip og brennievni við, skrivar Hagstovan.

Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. krónur, og eisini hava vit brúkt 300 mió. krónur minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.

Verður hugt at teimum flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin tó vaksin ella stendur í stað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder