2021-05-14 11:19
Í nátt hevur innbrot verið í einum handli í Runavík.
Løgreglan upplýsir fyri Kringvarpinum, at tveir mans brutu ein rút og fóru av stað við pengunum í handlinum.
Onkur varnaðist menninar og meldaði málið til løgregluna, sum var skjót á staðnum og fekk fatur á bæði innbrotsmonnunum og pengunum.
Talan er, sum skilst, um FK í Saltangará.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald