Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.
Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur Hovgaard, sum tóku við 1. mai 2026.
Umframt teir báðar sita Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg í stýrinum.
Tilnevningin av stýrislimum fer fram annað hvørt ár, soleiðis at ávikavist tríggir og tveir stýrislimir verða tilnevndir aðru hvørja ferð.
Stýrið hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu.
– Bústaðaravbjóðingin er stór, og hetta er eitt øki, sum samgongan fer at raðfesta høgt komandi árini. Ein liður í loysnini er leikluturin hjá Bústøðum, og eg síggi fram til eitt gott og virkið samstarv við nýggja stýrið komandi árini, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Landsstýriskvinnan ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarandi stýrislimunum, Teiti Samuelsen, sum hevur verið formaður, og Petur Even Djurhuus, fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.
Almanna- og bústaðamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald