Innanlands

Inger Støjberg ikki longur limur í Venstre

Nú hevur vinstriflokkurin mist tey bæði, sum fingu flest atkvøður á seinasta vali

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-02-04 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umsstríddi danski politikarin, Inger Støjberg, hevur nú meldað seg úr flokkinum Venstre, og verður nú leysgangari á Fólkatingi.

Tað sigur fyrrverandi ráðkvinnan í samrøðu við Skive Folkeblad.

Boðini koma eftir eina uppgerð um politikkin hjá Vinstra og um hugburðin til komandi ríkisrættarmálið móti Støjberg, ið var næstforkvinna í Venstre til fyri einum mánaði síðani.

Inger Støjberg hevur verið limur í Venstre síðan hon var blaðung. Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk hon yvir 28.000 persónligar atkvøður.

Tað var bara Lars Løkke Rasmussen, ið eisini hevur meldað seg úr Venstre, ið var betri umtóktur.

- Eg má viðganga, at eg ikki verði hoyrd í tí Vinstraflokkinum, sum Jakob Ellemann-Jensen og núverandi Vinstra-leiðslan á Christiansborg standa fyri. Eg haldi, at floksleiðslan við Jakob Ellemann á odda í stórari ferð er á veg burtur frá teimum virðum, sum eg altíð havi stríðst fyri, og sum Venstre til nú eisini hevur staðið fyri, sigur Inger Støjberg við Skive Folkeblad.

Les eisini: Inger Støjberg fyri ríkisrætt https://dagur.fo/inger-stojberg-fyri-rikisraett  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder