Stjórnin í Indonesia hevur avgjørt at banna nýtslu av sosialum miðlum - fyri ung undir 16 ár.
Hetta verður gjørt fyri at verja tey móti happing, sviki, og pornografiskum innihaldi, og fyri at forða teimum í at gerast bundin av internetinum.
Kontur hjá børnum undir 16 ár á fleiri sosialum pallum, verða strikaðar. Farið verður undir hetta 28. mars.
Hetta er í fyrsta umfari galdandi fyri YouTube, TikTok, Facebook, Instagram, Threads, X, Bigo Live, og Roblox.
Stjórnin traðkar til, so foreldur ikki longur skulu stríðast einsamøll ímóti algoritmunum, sigur Meutya Hafid, ráðharri í samskiftismálum sambært Ritzau.
Fyri trimum mánaðum síðani kom eitt líknandi forboð í gildi í Avstralia. Avstralia er fyrsta landið í heiminum, sum hevur sett eitt slíkt forboð í gildi, og nú umhugsa fleiri onnur lond at gera tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald