Mentan

Indiskur matur og tónleikur í Urtahavanum

Skipað verður fyri serligau hugnakvøldi á Strondum 25 mars

2023-03-14 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

25. mars verður eitt ørvísi kvøld í hugnaligu kaféini ’Urtahavin’ á Strondum.

Tónleikaverkætlanin Word’n Global er í Føroyum í samband við konsertir og tónleikaundirvísing, og í tí sambandi leggja teir leiðina fram við Urtahavan.

Kokkurin Keka fer eisini at borðreiða við lekkrum indiskum mati, og harvið er lagt upp til eina fjølbroytta mentanaruppliving við bæðið tónleiki og mati.

Tiltakið byrjar kl 18, og prísurin er 300 krónur fyri bæðið mat og konsert. Tað ber til at melda seg til á [email protected].

Um Word’n Global:

Teir báðir Kasper Søeborg og Lars Bo Kujahn hava verkætlanina Word’n Global, og teirra fyrsta pláta kom út í 2020.

Tónleikurin er orientalskur við íblástri úr Andalusia, Arabia og India, og løgini eru smíðað til nakrar kinesiskar yrkingar hjá Rumi, ið eru umleið túsund ára gamlar.

Kasper Søeborg spælur guitar, og hevur serkunnleika innan spanska flamenco stílin, og Lars Bo Kujahn spælir uppá eitt ljóðføri ið kallast qanoon umframt at hann eisini spælur tabla. Teir báðir hava spælt í sera nógvum ymiskum orkestrum og verkætlanum við íblástri frá miðeystri, herímillum kann nevnast at Lars Bo hevur spælt við m.a. Outlandish, Infernal og The Middle East Peace Orchestra.

Til ber at lurta eftir tónleikinum hjá Word’n’Global á vanligu tónleikapallunum, so sum Spotify og YouTube.

Um kokkin Keka:

Keka er eyknevni hjá Srikanya Sørensen, sum í løtuni starvast sum kokkur á matstovuni Karét. Seinastu tíðuna hava tey haft indiska buffét, og hetta hevur riggað stak væl. Hon hevur eisini staðið fyri matskránni í Sirkus, tá tey høvdu indiskan mat á skránni.

Sigast kann heilt sikkurt, at hon hevur givið tí føroysku matmentanini nógvar góðar upplivingar, og hetta kvøldið verður væntandi onki undantak.

Til ber at velja ímillum mat ið hevur kjøt í, ella mat ið er uttan kjøt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder