
Fyri fyrstu ferð síðan 1984 hevur India nú sent fólk út í rúmdina. Í dag varð indiski Shubhanshu Shukla sendur út í rúmdina saman við astronautum úr Póllandi, Ungarn og USA.
Pólland og Ungarn hava heldur ikki havt fólk í rúmdini í yvir 40 ár, og Shubhanshu Shukla er bert tann næsti indarin, sum verður sendur út í rúmdina, skrivar BBC.
Rúmdarfarið hjá privatu fyritøkuni Axiom Space hevur kós móti altjóða rúmdarstøðini (ISS). Ferðin er fyriskipað í samstarvi við amerikanska rúmdarstovninum Nasa, indiska Isro, evropeiska ESA, og amerikanska SpaceX.
Eftir ætlan skal Shukla luttaka í fyrstu mannaðu rúmdarferðini hjá India nakrantíð í 2027. Eisini hevur India ætlanir um at seta upp eina rúmdarstøð og senda astronautar til Mánan áðrenn 2040.
Frá vinstru: Shubhanshu Shukla (India), Tibor Kapu (Ungarn), Peggy Whitson (USA), og Slawosz Uznanski-Wisniewski (Pólland) (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald