
Í 2015 nýttu kommunurnar góðar 350 mió. kr. til íløgur, ið svarar til 16% av útreiðslunum í 2015, meðan íløgurnar vóru yvir 1 mia. kr. í 2024 ið svarar til 25% av útreiðslunum í 2024.
Frá 2010 til 2015, vóru kommunalu íløgurnar millum 250-350 mió. kr. I 2016 fóru íløgurnar uppum 400 mió. kr. og hava síðani ligið á einum nógv hægri støði, enn undanfarnu árini. Íløgurnar tykjast at vaksa upp til valár; eitt nú í 2019 - 2020 og 2023 - 2024. Í 2024 vóru útreiðslurnar til íløgur eina góða milliard.
Flestu íløgurnar hjá kommununum eru gjørdar í undirstøðukervi (búskaparviðurskiftir), sum eru vegir, tunlar, havnir og lendingar. Árliga fara 30% - 40% av samlaðu kapitalútreiðslunum til undirstøðukervi við meira.
Íløgurnar til vegir og tunlar vuksu nógv í 2023, ið fyrst og fremst var orsakað av byggingini av innkomuvegnum við tunli í Tórshavn. Í árunum 2018 - 2020 vóru stórar íløgur gjørdar í skúlar, eitt nú nýbygging av fólkaskúlum í Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík. Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í frítíð, mentan og átrúnað. Talan er einamest um ítróttarhallir og svimjihallir; eitt nú í Tórshavn og Runavík.
Kommunalu íløgurnar innan almannavernd; tað er eldra- og dagstovnaøkið, hava hinvegin verið heldur minni. Árliga eru 5% - 15% av íløgunum gjørdar innan eldra- og dagstovnaøkið. Burturav hesum, eru einans 5% av samlaðu kapitalútreiðslunum farnar til eldraøkið um hugt verður 10 ár aftur í tíð. Síðan eldraøkið bleiv flutt til kommunurnar at umsita, eru tað sostatt ikki gjørdar stórvegis íløgur í eldraøkið.
Búskaparráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald