Innanlands

Íløgur fyri umleið 50 milliónir í ítróttarhøllina

Ætlanin er, á høllin á Strondum skal hava umleið 800 sitipláss, og at hon møguliga kann lúka ymisk altjóða krøv. Avtala er gjørd um staðsetingina, sum er beint sunnanfyri bygdahúsið

Kommunan setti 8 millónir á fíggjarætlanina fyri hetta árið; hetta fyri at fyrireika og byrja arbeiðið at byggj. Nú kann kommunan eisini kunngera, at staðsetingin er komin uppá pláss; ein keypsavtala er gjørd viðvíkjandi part av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið (Mynd: sjovar.fo)

Kommunan setti 8 millónir á fíggjarætlanina fyri hetta árið; hetta fyri at fyrireika og byrja arbeiðið at byggj. Nú kann kommunan eisini kunngera, at staðsetingin er komin uppá pláss; ein keypsavtala er gjørd viðvíkjandi part av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið (Mynd: sjovar.fo)

2023-02-09 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hondbólturin hevur leingi verið høvuðsítróttargreinin í Sjóvar kommunu. StÍF bleiv stovnað í 1942, men vit hava ongantíð havt okkara egnu ítróttarhøll. Samstarv hevur verið við okkara góða granna, inni á Skála, um at teir gjørdu ítróttarhøllina, tætt við fótbóltsvøllin, og at vit á Strondum skuldu útbyggja skúla og svimjihøll, og síðani skuldu vit samstarva um hesar íløgur. Vit føla okkum tí væl inni á Skála, og ítróttarsamstarvið virkar sera væl.

Soleiðis skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari í dag. Saknur hevur tó verið á einari høkk á Strondum, og høllin á Skála er nú so nógv upptikin, at hon rúmar ikki tørvinum, ið er á venjing í løtu.

Nýggja ítróttarhøllin skal gera umstøðurnar hjá hondbóltsfelagnum StÍF munandi betr, og umframt at betra um umstøðurnar hjá StÍF, fer hendan íløgan eisini at geva ítróttinum sum heild á vestara armi á Skálafjørðinum betri umstøður - og vónandi eisini vera við til at menna okkum sum ítróttartjóð, skrivar sjovar.fo.

Kommunan setti átta millónir á fíggjarætlanina fyri hetta árið; hetta fyri at fyrireika og byrja arbeiðið at byggj. Nú kann kommunan eisini kunngera, at staðsetingin er komin uppá pláss; ein keypsavtala er gjørd viðvíkjandi part av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið:

- Vit eru komin ásamt um staðsetingina, sum verður sunnan fyri bygdahúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis, at ítróttarhøll og bygdahús verða knýtt saman. Í jaligum samstarvi við eigara av undirlendinum er avtala gjørd um, at Sjóvar kommuna keypir ein part av matr. nr. 601a til ítróttarhøllina.

[object Object]
Tekning av nýggju høllini, beint við síðuna av bygdahúsinum 

[object Object]
Avtala er gjørd um, at Sjóvar kommuna keypir ein part av matrikklinum sunnanfyri bygdahúsið (Myndir: sjovar.fo)

Staðsetingin av ítróttarhøllini er liður í ætlanini at vaksa um virksemið í økinum, har vøggustovur, barnagarður, frítíðarskúli, fótbóltsvøllur og bygdahús longu eru. Frítíðarskúlin verður í løtuni útbygdur, og ætlanin er eisini at nýggi frítíðarskúlin kemur at virka sum ungdómshús um kvøldarnar. Góð parkeringsviðurskifti eru í økinum, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri verkætlanina, skrivar Sjóvar kommuna.

Sjóvar kommuna hevur samstarvað við JHF Teknistovu um verkætlanina, har mett hevur verið um stødd, útsjónd og tilfarsnøgdir. Sambært metingini verða samlaðu íløgurnar umleið 50 milliónir krónur. Ætlanin er, at nýggja høllin skal hava nógv sitipláss og harvið lúka ymisk altjóða krøv.

-Í hesum fyribils upplegginum fer høllin at hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og somuleiðis er ynskiligt at høllin kann lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at høllin kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttargreinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder