Innanlands

Ikki útlendingar sum smitta

Í løtuni er einki, sum bendir á, at tað eru útlendingar sum koma til Føroya at smitta føroyingar. Seinastu tvær vikurnar er eingin útlendingur millum tey positivu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-05 19:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á sosialu miðlunum eru nógv, sum gera vart við, at tað munnu vera ferðafólkini, ið koma til landið, sum bera smittuna til føroyingar. Landamarkið er opið, og sóttarhaldið á fýra dagar er ikki galdandi longur.

Men soleiðis er í øllum førum ikki í løtuni. Tí seinastu 14 dagarnar er eingin útlendingur, sum hevur fingið staðfest koronu í Føroyum, vísa hagtølini frá heilsumyndugleikanum á corona.fo.

Økið sum er harðast rakt er suðurstreymoy, har 31 fólk eru blivin staðfest positiv seinastu 14 dagarnar, meðan norðstreymoy er næstharðast rakt við 17 tilburðum seinastu tvær vikurnar.

Í Vágum eru 10 meðan talið í Eysturoy og Norðoyggjum er ávikavist 7 og 1.

Sandoy, Suðuroyggin og bólkurin “útlendingar” eru ikki raktir hesar seinastu tvær vikurnar.

Seinastu 14 dagarnir eru 66 persónur staðfest smittaðir. Tað svarar til 124 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder