Innanlands

Ikki óhugsandi at vit fara at síggja fleiri munnbind í Føroyum

Fólk í munnbindi á ólavsøku hevði ikki verið ein undarlig sjón, heldur Pál Weihe, yvirlækni

Munnbind eru krav á flogvøllinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Munnbind eru krav á flogvøllinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-20 17:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 130 londum verður nú heitt á fólk um at brúka munnbind. Enn er tað tó ikki krav í Føroyum ella í grannalondum okkara. Tó skulu fólk í Føroyum eitt nú brúka munnbind á flogvøllinum ella tá tey koyra við bussi av flogvøllinum.

Les eisini: Fólk í 130 londum biðin um at brúka munnbind

Pál Weihe, yvirlækni heldur, at tað eisini hevði givið meining at brúkt munnbind á eitt nú ólavsøku.

– Skuldi onkur farið í masku ella munnbind á ólavsøku, so hevði tað í mínum eygum ikki verið ein undarlig sjón, sigur hann við Útvarpið.

Tað hevði serliga givið meining, sigur hann, um tað var innandura.

Pál Weihe heldur heldur ikki, at tað kann útilokast, at vit fara at síggja fleiri munnbind í Føroyum, um ein onnur smittubylgja skuldi komið í heyst.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder