Innanlands

Ikki nógv av náta at fáa enn

Havhestatíðin er byrjað og fyrstu bátarnir eru farnir eftir ungum. Men enn er ikki nógv at fáa

2018-08-25 12:36 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað er lítið at fáa, greiðir maður, sum er eftir náta í morgun, frá. Hann liggur sunnanfyri Vágoynna, og hann sigur at hóast nátatíðin er byrjað, er lítið komi úr bjørgunum enn. 

Hann sigur eisini, at fáir bátar eru at síggja, men at tað eisini er nakað tíðliga at fara eftir havhestaungum. Havhestatíðin byrjaði 22. august, men vanliga verður sagt, at mest er at fáa um mánaðarskiftið. 

- Vit hava verið úti í ein tíma og fingið eini 10 nátar, sigur maðurin, sum Portalurin hevur tosað við. Hann sigur eisini, at tí er tað ringt at siga nakað um vektina á fuglinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder